Fólkini hava tað gott

14.07.2020 - 23:14
Innlendis112
Fólkini hava tað gott
Fyrr í kvøld kom eldur í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum. Tey seks fólkini, sum vóru í bilinum, komu út í øllum góðum, men bilurin er uppkolaður
Nógvur roykur kom úr Árnafjarðartunlinum, eftir at eldur kom í ein bil inni í tunlinum. Ongin fólkaskaði hendi.
Mynd: Privatmynd  

Eldur kom í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum um hálvgum níggju tíðina í kvøld. Nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.

Tvey vaksin og fýra børn vóru í bilinum. Tey vóru øll flutt úr tunlinum í øllum góðum við einum øðrum bili, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður, sum var staddur norðarumegin Árnafjarðartunnilin.

Runnu undan roykinum

Børnini vóru fyrst flutt burtur frá vandanum í einum bili, og tá bilførarin fór inn aftur í tunnilin eftir foreldrunum, høvdu tey runnið undan nógva roykinum.

Foreldrini runnu einar 150 metrar móti tunnilsmunnanum, metir sløkkiliðsmaðurin.

Ongin teirra er farin á sjúkrahús, og øll hava tað eftir umstøðunum gott, sigur hann.

Landsverk kannar tunnilin

Nógv stórt og leyst grót er uppi undir tunnilsloftinum, sum Landsverk í hesi løtu kannar og arbeiðir við at fáa vekk.

Eg dugi ikki at siga, nær tunnilin letur uppaftur, men hetta kann gott taka eina løtu, sigur Hendrik Akurstein, sløkkiliðsmaður.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652