Umhvørvið og eg

Umhvørvið og eg - klæðir
03-08-2020
Klædnaídnaðurin er ein tann mest dálkandi ídnaðurin í heiminum, og vit keypa oftari og fleiri klæðir enn nakrantíð áður.

Tað gevur eina vælverukenslu at keypa eitt nýtt plagg, men henda gleði við nýggja plagginum varar styttri enn hon gjørdi fyrr, so vit keypa alsamt fleiri klæðir, og nógv av hesum klæðum verða aldrin brúkt, men tað ber til at finna eydnuna aðrastaðni.

Í hesari sending tosa vit um tey klæði vit brúka og keypa, og tey árin okkara ovurnýtsla hevur á umhvørvið.

Luttakarar í sendingini eru Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, Sára Jógvansdóttir, Gunnhild Dahl Niclasen og Elin Lindenskov

Umhvørvið og eg

"Umhvørvið og eg" er ein sending, sum varpar ljós á tey viðurskifti sum tú og eg hava ávirkan á, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið. Ljós verður varpað á góðar vanar og á arbeiði - bæði frá privatari og frá almennari síðu, sum kann vera við til at verja umhvørvið. Vertur er Elin Michelsen.
Í Føroyum hava vit onga veðurlagslóg, men vit hava aðrar lógir, sum verja umhvørvið. Spurningurin er, um tær verja nóg væl
21-12-2020
Tá tú sært rusk liggja á vegnum ella í náttúruni, tekur tú tað tá upp og leggur tað í næsta ruskílatið tú sært?
14-12-2020
Tey ungu skulu taka yvir, har tey eldru sleppa, men hvør er uppgávan, sum liggur framman fyri teimum?
07-12-2020
Okkum dámar sera væl at koyra bil í Føroyum, og vit eru helst í ovara enda á listanum av londum sum hava flest bilar pr íbúgva.
30-11-2020
Tað kann tykjast sum ein stór uppgáva hjá tær og mær at bjarga umhvørvinum, men summi eru, sum gera tað tey kunnu.
24-08-2020
Maturin vit eta skal vera góður og leskiligur, og so ger tað einki, um hann er bíligur eisini, men til ber at hugsa umhvørvið inn í matkeypið.
17-08-2020
Matoyðsl er ein trupulleiki, ið røkkur víða, og sum hevur avleiðingar bæði fyri okkum og fyri umhvørvið.
10-08-2020
Klædnaídnaðurin er ein tann mest dálkandi ídnaðurin í heiminum, og vit keypa oftari og fleiri klæðir enn nakrantíð áður.
03-08-2020
Nógv av orkuni, ið verður nýtt í Føroyum, fer til at hita okkara hús og bygningar, og her er grøna leiðin eisini at hóma.
23-07-2020
Vit brúka streym til meira ella minni alt, sum vit takast við í dag, og nýtslan veksur á hvørjum ári.
20-07-2020
Sumt av tí tilfari sum vit tveita burtur, sleppur at liva longur - kanska í øðrum hami enn, tá vit nýttu tað.
13-07-2020
Hvat hendir við tí tilfari, sum vit tveita burtur? og hvør er uppgávan hjá teimum, sum taka ímóti hesum tilfeingi?
06-07-2020