Góðan morgun Føroyar

Tóku væl undir við ólavsøkuni í býlinginum
30-07-2020
Býlingurin Inni á Gøtu í Hoyvík var ein av mongum býlingum, sum skipaði fyri egnari ólavsøku. Og fyrireikarnir eru tiknir á bóli av undirtøkuni

Nú korona-smittan er uttan um okkum, fingu býlingar í Tórshavnar Kommunu ein fíggjarligan styrk at skipa fyri egnari ólavsøku fyri at halda fólkið mest møguligt á økinum.


Í býlinginum Inni á Gøtu í Hoyvík gjørdu tey nógv burtur úr á fótbóltsvøllinum í býlinginum, har tjald var sett upp og ymisk tiltøk vóru á skránni ólavsøkudag.


-Undirtøkan var nógv betri enn vit høvdu droymt um og vit eru sera væl nøgd, sigur Lis Mortensen, sum er nevndarlimur í Eigarafelagnum Inni á Gøtu.


-Vanliga skal ólavsøkan haldast í miðbýnum í Havn, men vit hava lært, at tað riggar væl at skipa fyri slíkum tiltaki og tað er gott fyri samanhaldið í býlinginum. Hetta verður ikki seinastu ferð vit fara at hava líknandi tiltak, sigur Lis Mortensen.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024