- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hjúnini Elin og Martin Mikkelsen vóna at sleppa í gongd at byggja sethúsini á grundstykkið í Kunoy fyrst í september. Tey búseta seg í Kunoy, hóast hann er uppvaksin í Ánunum og hon er úr Noregi. Martin sigur, at honum hevur altíð dámt væl í Kunoy og afturat tí er eitt grundstykki í Kunoy væl bíligari enn í Klaksvík.
- Tann stóri trupulleikin er kortini, at tað er ógjørligt at fáa nóg stóra fígging til eini nýggj sethús í Kunoy. Hevði eg ikki verið húsasmiður sjálvur og havt aðrar handverkarar í familjuni, hevði tað yvirhøvur ikki borið til, tí fíggingarstovnarnir vilja ikki lata nóg stóra fígging til eini hús í Kunoy samanborið við í Klaksvík, sigur Martin Mikkelsen.
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu, sigur, at kommunan fær javnan fyrispurningar um grundstykki og vísir fólki á grundstykki, men tey fáa ikki fígging uttanfyri Klaksvík.
- Hetta er ikki í lagi, tí soleiðis drepa tey útjaðaran. Vit hava gjørt vart við trupulleikan hjá myndugleikunum, eisini í Kommunufelagnum, men einki er hent, sigur Sóleyð.
Nú hevur ein fyritøka keypt fýra grundstykki í Kunoy, setir tey upp og selur tey innilokað. Borgarstjórin harmast um, at tey flestu húsini, sum koma upp nú, verða summarhús. Kommunan fær ikki inntøkur av summarhúsum, men har aftur ímóti fær hon útreiðslur, tí hon má gera vegir og annað.
- Skal hugsingur vera um at byggja sær sethús í Kunoy ella øðrum smærri bygdum, skalt tú vera væl fyri fíggjarliga, ella skulu fólk vera før fyri at gera alt sjálvi, sigur Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, sum enn einaferð ætlar sær at vísa myndugleikunum á hendan skeivleikan. Hon sigur, at virðið, sum fíggingarstovnarnir seta á hús í Kunoy og øðrum smærri bygdum, samsvarar ikki við tann prísin, ið hús verða keypt og seld fyri. Tann prísurin er væl hægri.