Nýggj gransking kann verja laks ímóti sjúkum

23.08.2020 - 14:42
Innlendis
Nýggj gransking kann verja laks ímóti sjúkum
Tað er eydnast granskarum hjá Bakkafrosti at finna fram til genini í lívfiskinum, sum kunnu verja føroyska laksin ímóti fleiri sjúkum

Tað er eydnast granskarum hjá Bakkafrosti at finna fram til genini í lívfiskinum, sum kunnu verja føroyska laksin ímóti fleiri sjúkum, og harvið gera hann sterkari.

Tað arbeiðið skal mennast á lívfiskastøðini, sum skal byggjast í Skálavík.

Fyri nøkrum árum síðani, var ætlanin drepa laksin, sum var á lívfiskastøðini í Skopun, tí áhugi var ikki fyri honum.

Tá gjørdi Bakkafrost avtalu við landið, um at yvirtaka lívfiskin, tí felagið metti, at føroyski lívfiskurin var nakað serligt.

Og síðani er arbeitt við granskingini, og stór lívfiskastøð skal byggjast í Skálavík, sigur Regin Jakobsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819