Tá Brandur drakk øl saman við Michael Jackson

18.09.2020 - 18:59
Lívsstílur
Tá Brandur drakk øl saman við Michael Jackson
Hann fann ikki út av fyrr enn tvey ár seinni, hvør maðurin var
Brandur Patursson nýtur eitt væl skonkt glas av Orval
Mynd: Leivur Thomsen  

Brandur Patursson er listamaður. Og hann er ølfjeppari. Belgiskt øl hevur hansara serliga áhuga. Hann greiðir í hesum innslagnum frá, tá hann hitti Michael Jackson á ølstovuni Den Tatoverede Enke í Keypmannahavn, sum var eitt stað, ið borðreiddi við belgiskum mati og belgiskum øli afturvið. Nei, talan er ikki um TANN Michael Jackson, men ein mann við sama navni, sum er kendur innan ølheimin. Michael Jackson, rithøvundur, sum andaðist í 2007, hevði sending sending í BBC um øl og whisky og skrivaði eisini fleiri bøkur um evnið. Brandur fall í prát við Michael, sum viðmælti honum at royna belgiska ølið Orval, sum honum dámdi beinanvegin. Brandur visti ikki tá, hvør maðurin var og fann ikki útav tí fyrr enn tvey ár seinni. Enn tann dag í dag heldur Brandur Orval vera eina ta bestu ølina, sum fæst, tí hon er væl avbalanserað í smakkinum. Og minnið um Michael Jackson fylgir við, hvørja ferð Brandur knappar sær eina leskiliga Orval upp. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Brandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819