Semingsroyndin dregur út

30.09.2020 - 18:08
InnlendisSamfelag
Semingsroyndin dregur út
Samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum halda fram
Terje Sigurðsson, semingsmaður

Semingsroyndin millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum halda fram, afraná at partarnir hava samráðst við Semingsstovnin síðan mánadagin. 

Støðan er ikki búgvin til semingsuppskot enn, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum fyrr í dag upplýsti, at talan er um truplar samráðingar.

Semingsstovnurin varð boðsendur fríggjakvøldið í næstsíðstu viku, tí Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki kunnu semjast um nýggjan sáttmála.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652