Breddin

Breddin
21-10-2020
Ungdómspolitikarar umrøða MeToo og vit hyggja at lokala fólkaræðinum í sambandi við kommuvalið

Er MeToo rákið ein uppgerð millum ættarlið? Tað umrøða ungdómspolitikarar í Breddanum í dag.

Listarnir eru nú lætnir inn til kommunuvalið. Listarnir eru færri í tali og harvið eru færri valevni at velja ímillum. Hvørja ávirkan hevur hetta á fólkaræðið. Tað verður umrøtt í seinna parti av sendingini.

Luttakarar: Steffan Klein Poulse umboðar Ung Fyri Miðflokkin, Birgir Ferjá Heldarskarð umboðar Unga Sambandið, Herborg Gaardlykke umboðar SU, Erling Mørkøre umboðar Huxa, Rókur Herup Olsen umboðar Unga Tjóðveldi og Jógvan Fríði Tróndarson umboðar Framsøkin Ung. Hallbera Vest, stjórnmálafrøðingur, og Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur umrøða kommunuvalið.

Gjørt sendingina: Hallur av Rana og John Johannessen

Teknikari: Øssur Egholm

Redaktørur: John Johannessen

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024