- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Tað er til frama fyri borgaran, um størri javnstøða er millum kynini í eini kommunustýri.
Tað sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia, nú føroyingar skulu velja nýggj kommunustýrir.
Men ein nýggj spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at flestu føroyingar taka ikki hædd fyri kyn, aldur, útbúgving ella adressu, tá tey velja til kommunuval.
Men hvussu týdningarmikið er tað, at fólkavaldu umboðini í kommunustýrunum kring landið endurspegla ymisku samansetingar í veljaraskaranum?
Tann spurningin viðgera vit saman við serfrøðingum, fyrrverandi politikarum og øðrum.
Luttakarar: Kristina Grý Berg, Elin Lindenskov, Rógvi Olavson, Heðin Zachariasen og Jógvan í Skorini.
Gjørt sendingina hava Hallur av Rana, John Johannesen og Tróndur Olsen.