Kann ikki leggja at í Nólsoy sum er

13.11.2020 - 13:27
InnlendisSamfelag
Kann ikki leggja at í Nólsoy sum er
Strandferðslan samskiftir við Tórshavnar havn um málið
Í løtuni er óvist, nær Erla Kongsdóttir fer í sigling um Nólsoyarfjørð, tí hon kann ikki leggja at í Nólsoy sum er

Nýggja strandfaraskipið, Erla Kongsdóttir, hevur verið royndartúr í Nólsoy, men hon kann ikki leggja at, tí ferjuskráin kann ikki brúkast sum er.

Ætlanin var annars, at Erla Kongsdóttir skuldi røkja nólsoyarleiðina fyri Jósup, sum avloysir Ternuna, ið er til 40 ára klassingar.

Strandferðslan samskiftir við Tórshavnar havn um støðuna, sigur Hilmar Eliasen, stjóri.

Í løtuni er ivasamt, nær nýggja avloysaraskipið fer í sigling.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652