- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Weihe: Eg hevði mælt H71-leikara frá at spæla
13.11.2020 - 17:22
Ítróttur›Hondbóltur
Pál Weihe: Eg hevði mælt H71-leikara frá at spæla
Forkvinnan í H71 verjir avgerðina at loyva leikara at spæla dyst tveir dagar eftir, at hann kom til landið. Pál Weihe hevði mælt frá
Tað hevur vakt ans, at ein leikari hjá H71 spældi dyst ímóti Team Klaksvík í gjárkvøldið, tveir dagar, eftir at hann kom til landið úr Danmark.
– Eg hevði mælt felagnum frá at lata leikaran spæla, sigur Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.
Anna Dam, forkvinna í H71, verjir avgerðina.
Hon vísir millum annað á, at Pál Weihe gav grønt ljós um nakað líknandi til stórsteypadystin 5. september.
Pál Weihe sigur, at grøna ljósið tá varð givið út frá teimum fortreytum, sum vóru tá. Koronustøðan í Danmark er vorðin munandi meira álvarsom hesir seinastu tveir mánaðirnar, sigur Pál Weihe.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV