- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Lítilætni listamaðurin á Viðareiði, Arnold Vegghamar, er kortini djarvur og litríkur tá hann málar høgu fjøllini og umhvørvið á Viðareiði við útsýni til Fugloynna og Svínoynna. Nú vit støkka á gátt hjá honum, hevur hann leitað aftur í søguna og hevur júst málað Hitler og niðurundirkomnar jødar, sum eru á veg í týningarlegu. 83 ára gamli Vegghamar greiðir frá, at hann hevur havt ynski um at goyma nakrar málningar til eftirtíðina, men gremur seg um at alt verður selt so hvørt.
Karin Absalonsen á Viðareiði er komin í málarastovuna hjá Vegghamar at hyggja eftir málningi fyri systur sína. Karin sigur, at viðingar dáma sera væl sín lokala listamálara og málningar hjá honum hanga í so gott sum øllum heimum í bygdini og nógv húski eiga fleiri.
76 ára gamli Frits Johannesen í Fuglafirði hevur málað ógviliga nógv síðani hann gavst sum lærari og hugflogið er stórt. Í sínum málningum fær hann fram stuttligar skapningar, sum ofta spæla á ljóðføri í stuttligum orkestrum úti í náttúruni. Frits hevur tikið tónleikin við sær inn í málningalistina, Í mong ár var hann kórleiðari, m.a. hjá Fuglafjarðar Gentukóri. Beint nú hevur Frits eina framsýning við smáum vatnlitsmyndum í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna á Eiði, hevur sín serliga stíl. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Hon hevur ofta smá symbol í málninginum, ið hava onkran boðskap. Og Sigrun hevur nógv jørn í eldinum. Umframt framsýning í Grønlandi, arbeiðir hon við at listprýða nýggja partin av Landssjúkrahúsinum og hon skal nú eisini prýða ein annan stovn, sum enn er ónevndur. Hon hevur nútímans málarastovu við síðuna av sethúsunum uppi í Kolli.
Fjølbroytti listamaðurin Tróndur Patursson úr Kirkjubø, sum nú er 76 ára gamal, leggur seinastu hond á stóra listaverkið, ið skal setast upp í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum. Hetta er størsta einstaka istaverk sum Tróndur hevur gjørt. Ljósið fær ein avgerandi leiklut og í rundkoyringini skal tað fáa lív í fólkini í listaverkinum. Tróndur arbeiðir á 3. hædd í gomlu byggihøllini hjá Mest á Vestaru bryggju í Havn og her eru góðar umstøður. Annars arbeiðir hann framvegis nógv úr glasi og pensilin er hóast alt ikki gloymdur.
Tað er ikki ov nógv sagt, at fuglfirðingurin Heðin Kambsdal er serfrøðingur í at mála ljós og myrkur og fáa ljós at skína natúrliga í myrkri. Nógv av motivunum hjá Heðini eru úr heimbygdini Fuglafirði. Hann hevur m.a. málað Donald Trump á Støðlafjalli og tað var áðrenn hann bleiv amerikanskur forseti. Hann hevur eisini málað Margrethu drotning á Støðlafjalli og aðra staðni í føroysku náttúruni. Heðin sigur, at hann er eitt B-menniskja burturav og tað mesta verður málað um kvøldið og um náttina.