Breddin

Breddin
24-11-2020
Koronalóggáva, rúsevni, bústaðarmarknaður og aling á landi eru evnini á Breddanum hesaferð

Vánaliga støðan á bústaðarmarknaðinum gongur út yvir fólkaheilsuna, serliga hjá teimum ungu, staðfestir stóra fólkaheilsukanningin. Men hvat ætla politikararnir at gera við tað? Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, og Tróndur Sigurðsson, komandi formaður í Byggi- & Býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, kjakast um evnið.

Oftari og oftari hoyra vit um hørðu rúsevnini, sum floyma úr útlandinum inn í føroyska samfelgið. Men nú verða hørðu rúsevnini eisini framleidd í Føroyum. Vit tosa við Jan Johannesen, leiðara á narkodeildini hjá politinum.

Ragnar Joensen fer nú at ala laks á landi í Kina - síðst í sendingini hava vit eina longri samrøðu við føroyska alaran.

Men fyrst í sendingini fara vit í løgtingið. Er tað nóg mikið at stongja náttarlívið, um korona aftur fer at gera um seg? Tann spurningurin verður umrøddur í Vinnunevndini, sum hevur sent boð eftir landsstýrismanninum í heilsumálum..

Sendingina gjørdu: Barbara Holm, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024