Góðan morgun Føroyar

Leita eftir leikarum
24-11-2020
Føroyska krimisendirøðin TROM leitar nú eftir leikarum - føroyingum eins og útlendingum - til fleiri fjølbroyttar leiklutir

Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum - ungum sum gomlum.

Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.

Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til rannva@kykmyndir.fo við yvirskriftini "TROM Casting", eini mynd og hesum upplýsingunum: navn, aldur, kyn og hædd. Síðani fær ein nærri upplýsingar um upptøkuroyndirnar sjálvar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024