Breddin

Breddin
25-11-2020
Hví stýra kvinnurnar Hvannasundi; nýggjar ætlanir fyri Hoydalar; ynskið um at rætta tað, ið aldurin ger við útsjóndina og harðskapur móti kvinnum

Í dag - 25. november - er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Men tað eru ikki vøkur tøl, ið Kvinnuhúsið í Havn leggur á borðið í samband við dagin. Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør. Vit tosa við Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðara í Kvinnuhúsinum.

Meðan flestu kommunur stríðast fyri størri kvinnuumboða í politikki, so er øðrvísi í Hvannasunds Kommunu. Vit royna at finna útav, hví kvinnurnar hava stýrt Hvannasunds í meira enn eitt áratíggju.

Alsamt fleiri føroyingar fáa húðyngjandi viðgerðir og viðgerðir, sum broyta skapið á andliti og kroppi. Botox, fillers og líknandi evni verða løgd inn undir húðina. Vit tosa við Hjørdis Mohr, lækna, ið hevur egna klinikk, har hon veitir kvinnum og monnum vakurleikaviðgerðir.

Nýtt lív er kyknað í kjakið um gomlu bygningarnar í náttúruvøkru Hoydølum. Vit taka samanum málið og tosa við Andras Róin, stjóra í Bústøðum, sum í 2017 lat Mentamálaráðnum uppskot um heildarætlan fyri økið.

Sendinginga gjørdu Barbara Holm, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024