Breddin

Breddin
26-11-2020
Koppingarevni fyri korona, Black Friday, Costa Concordia og Sinnisbati

Koppingarevni móti korona er á gáttini. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, eru í útvarpsstovuni.

Vit spyrja Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð, um góð ráð, hvussu vit stýra millum "garrvillu tilboðini" hjá fryntligu handilsfólkunum á Black Friday.

13 Januar 2012 klokkan 21:45 rendi italska ferðamannaskipið Costa Concordia á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondini. Umborð vóru 4.229 fólk, 32 teirra lótu lív.  Øssur J. Hilduberg, kanningarleiðari hjá Den Maritime Haverikommission, var í 2014 í Italia, har hann hitti Francesco Schettino í eini roynd at staðfesta, hvat ikki kom fram í almennu frásøgnini um hendingina. Vit hittu hann fyrrapartin, tá hann helt fyrilestur til tiltakið Sjóvinnuforum 2020.

Sinnisbati hevur í dag verið á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum, millum annað um støðuna hjá ungum, sum stríðast við sálarligar avbjóðnigar. Vit hittu Lauru Apol, forkvinnu, eftir fundin.

Sendingina gjørdu Barbara Holm, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, sum var redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024