- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Sjúrðarkvæðini eru øgiliga góðar og dramatiskar søgur, og tey eru áhugaverd, tí har eru so nógvar kvinnur við, sum hava rímiliga stóran leiklut.
Soleiðis sigur Brynhild Kamban, sum hevur skrivað bókina "Kenn mær einki um".
Orðingin "Kenn mær einki um" sipar til eina reglu í Brynhildartátti, har Sjúrður sigur seg ikki hava skyldina fyri, at hann sveik Brynhild. Og tað lýsir væl ta sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum sambært frásøgnini eru atvoldin til alskyns ólukkur í Sjúrðakvæðunum.
Kvinnurnar eru vakrar, svikafullar, hevnisamar og falskar. Tær eru tølandi, harðhjartaðar og duga gand. Menninir hinvegin eru raskir, sterkir og virkisfúsir kappar. Teir gera ongantíð órætt - og um teir gera tað, hava kvinnurnar skyldina.
Brynhild Kamban heldur, at lýsingarnar av køldum og kyniskum kvinnum framvegis eru at síggja.
- Tá eg sá yvirskriftina í Dimmalætting herfyri, sum segði, at "Býarkongurin feldi ísdrotningina", fóru tankarnir hjá mær beint aftur í kvæðini. Hetta er sami retorikkur. Kvinnur, sum hava vald, eru kaldar, sigur Brynhild Kamban.
Hoyr samrøðuna við Brynhild Kamban, sum hevur greinað Sjúrðarkvæðini úr einum feministiskum sjónarhorni.
"Kenn mær einki um" er úrslit av MA-ritgerð hjá Brynhild Kamban