Nýggj heimasíða við fotomyndum

11.12.2020 - 18:23
Mentan
Nýggj heimasíða við fotomyndum
Talan er um bæði náttúrumyndir og kongaligar myndir
Lars Bisgaard, fotografur
Mynd: Leivur Thomsen  

Tak niður

Lars Bisgaard er dani og býr í Hósvík. Seinastu átta árini hevur hann fingist við at fotografera, og nú loksins hevur hann fingið sær eina heimasíðu, har til ber at síggja ein part av hansara myndum. Talan er um sera ymiskar myndir, av landsløgum, náttúru, fuglum og sørfarum. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá fotografinum í Hósvík. Lars greiðir frá, at hann hvønn sunnudag fer út at fotografera. Við sær hevur hann ikki bara eitt men heili trý myndatól. Hendir tað seg, at hann sær ein fugl, steðgar hann bilinum alt fyri eitt og tekur mynd av honum. Á heimasíðuni hjá Lars eru eisini myndir av krúnprinsaparinum, tá tey vitjaðu í Føroyum. Hoyr samrøðuna her.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. mars
Breddin
121099
Mikudag 3. mars
Lesikrókurin: Ein annar er gull
121095
Mikudag 3. mars
Nón 3. mars 2021
121093
Mikudag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
121076
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. mars
Úr savninum: Matur og matgerð
121098
Mánadag 1. mars
3-2
121003
Sunnudag 28. februar
TeenStreet lovsangur (5:5)
120907
Sunnudag 28. februar
Andakt við Margareth Djurhuus
120906