Dómurin verjir fría samráðingarrættin

14.01.2021 - 18:27
InnlendisVinna
Dómurin verjir fría samráðingarrættin
Dómurin verjir grundleggjandi prinsippið um frían samráðingarrætt, heldur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

Reiðarafelagið fer nú at taka støðu til, um endurgjaldskrav skal reisast móti Fiskimálaráðnum.

Hóast dómurin bara snýr seg um 2016, so var sama støða galdandi í 2017. Tá vóru fiskirættindi seld á royndaruppboðssølu fyri 135 milliónir krónur. 

Og tá manningarnar, sambært dóminum í Føroya Rætti, áttu at rinda stívliga triðing av rokningini, so kann samlaða endurgjaldið fyri 2016 og 2017 gerast umleið 60 milliónir krónur.

Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, tekur tó tað fyrivarni, at Fiskimálaráðið hevur møguleika at kæra dómin í Føroya Rætti til Eystara Landsrætt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802