Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Sandoyartunlinum (1:2)
18-01-2021
Tað gongur við fullari ferð at bora og spreingja undir Skopunarfirði. Um minni enn trý ár verður Sandoyggin partur av meginøkinum

Í hesum fyrra partinum frá vitjanini í Sandoyartunlinum verður greitt frá arbeiðnum á Gomlurætt og inni í tunlinum streymoyarmegin. Kristian Stórhamar, anlegsleiðari hjá NCC, vísir okkum runt á arbeiðsplássinum og í tunlinum og greiðir frá. Hann sigur, at dentur verður lagdur á at hava somu arbeiðsgongdir alla tíðina, so arbeiðið gongur so skjótt sum gjørligt.

 

Frank Müller hevur ábyrgdina av stoypingini í tunlinum og greiðir frá tí. Hann sigur, at tað er ein stór avbjóðing at fáa betongið avpassað inn móti helluni. Jóanis Joensen, sum er ein av roynastu tunnilsmonnunum, koyrir gummigeit inni í tunlinum. Hann byrjaði í trøllanestunlinum í áttatiárunum og hevur síðani verið við til at gera nógvar tunlar, bæði í Føroyum og í Noregi.

 

Meiken Hansen og Heidi Hansen vaska á støðini hjá NCC á Gomlurætt. Tær eru glaðar fyri arbeiðið. Olaf Berg, elektrikari, sigur, at tað er ikki fyri sartar sálir at vera elektrikari her. Teir skulu alla tíðina vera klárir til skiftandi uppgávur.

 

Norðmaðurin Reidar Trengereid, sum vit hitta innast í tunlinum, hevur verið við at gjørt yvir hálvthundrað tunlar tilsamans. Av teimum eru fleiri undirsjóvartunlar.

 

Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, er mekanikari í smiðjuni hjá NCC á Gomlurætt. Tá vit hitta hann í smiðjuni, arbeiðir hann uppá eina stóra maskinu og hann greiður frá sínum arbeiði.

 

Tórhallur Thomsen stendur fyri grótkoyringini úr tunlinum streymoyarmegin. Hann sigur, at tilsamans koma umleið 60.000 lastbilaless úr tunlinum hesumegin.

 

Jógvan Nicodemussen á Sandi, vanliga nevndur Jógvan í Klingruni, sigur frá minniligum túrum um Skopunarfjørð. Hann sigur, at tunnilin er avgjørt neyðugur fyri at fáa ungfólk at støðast í Sandoynni. Samstundis hevur hann við sær stórar avbjóðingar fyri sandoyingar, ikki minst fyri handlarnar í oynni.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023