Nón

Støðan á listaøkinum er meira enn álvarslig
20-01-2021
LISA mælir nú til at gjørdur verður gjørdur ein "kveikingarpakki" til at halda lív í føroysku yrkislistini, sum er í kreppustøðu

- Vit fáa nú uppringingar frá listafólkum, sum beinleiðis eru í fíggjarligari neyð.

Tað sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, Listafólkasambandi Føroya. Hon vísir á, at inntøkan hjá nógvum listafólkum er farin niður í helvt ella meira, og støðan er nú farin útum tað, vit kunnu kalla fyri álvarslig.

Listaøkið er í djúpari kreppu eftir tíggju mánaðum við COVID-19. Hjálparpakkarnir frá politiskari síðu hava verið ónøktandi og hava ikki riggað, staðfestir LISA.

- Vit mæla til at gjørdur verður ein Kveikingarpakki, sum hjálpir listini, sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Kveikingarpakkin skal tryggja, at yrkislistafólk kunnu halda fram at arbeiða, og at tað, sum er bygt upp ígjøgnum nógv ár, ikki verður brotið niður.

Hoyr samrøðuna við Maritu Dalsgaard her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022