Fara nú undir lívfiskastøðina í Skálavík

12.02.2021 - 12:15
InnlendisSamfelag
Fara nú undir lívfiskastøðina í Skálavík
Endaliga góðkenningin kom í gjár
Tað hevur drigið út hjá Bakkafrosti at sleppa at byggja lívfiskastøð í Skálavík, men nú er endaliga góðkenningin komin

Tillagingar verða gjørdar í verkætlanini um lívfiskastøðina í Skálavík, og nú hevur Yvirfriðingarnevndin givið endaligt loyvi.

Góðkenningin kom í gjár.

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu gav sína góðkenning 3. februar í fjør.

Lívfiskastøðan er mett at kosta 200 mió. kr., og Bakkafrost hevur keypt 40.000 til 50.000 fermetrar av lendi í Skálavík.

Økið er friðað, men Yvirfriðingarnevndin var sinnað at geva undantaksloyvi, um verkætlanin varð broytt.

Hoyr Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585