- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparráðið: Takið meira í tilfeingisgjaldi
18.03.2021 - 15:53
Innlendis›Politikkur
Búskaparráðið: Takið meira í tilfeingisgjaldi
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at tað ber illa til at taka meiri pening úr fiskivinnuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
- Takið fleiri pengar inn fyri brúksrættin til tilfeingið í fiskivinnuni og alivinnuni.
Tað var aftur hesaferð boðskapurin hjá Búskaparráðnum.
Í fyrsta lagi verður mælt til at brúka eina marknaðarskipan til at gera av, hvør fær atgongd til veiðirættindi.
Í øðrum lagi verður mælt til at krevja fleiri pengar fyri brúksrættin í fiskivinnuni og alivinnuni.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at tað ber illa til at taka fleiri pengar úr fiskivinnuni.
Men møguliga kann takast meira frá alivinnuni.
Hoyr Hera á Rógvi, formann í Búskaparráðnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV