Føroyskur skipari: Ov nógvur vindur at fara inn

28.03.2021 - 09:55
Útheimurin
Føroyskur skipari: Ov nógvur vindur at fara inn
Helgi Strøm, ið er skipari á Marchen Maersk, hevði ikki farið í Suez-veitina týsdagin, tá bingjuskipið, Ever Given, sigldi seg fast í veitini

Tað var ov nógvur vindur at fara inn í Suez-veitina, tá bingjuskipið, Ever Given, sum hevur tipt veitina síðani týsdagin, fór inn, heldur Helgi Strøm, sum er skipari á bingjuskipinum Marchen hjá Mærsk.

Tveir nýggir sleiparar eru á veg til Suez-veitina at hjálpa til at fáa stóra bingjuskipið, Ever Given, leyst frá landi, eftir at tað týsdagin sigldi á land í Suezveitini.

Í minsta lagi 10 sleipibátar og fleiri sandbátar royndu ígjár at fáa skipið leyst úr rununi.

Grafikkur: Her tippir bingjuskipið, Ever Given, Suez-veitina

Kelda: Maritime Casualty Specialists

Ever Given er eitt av heimins størstu bingjuskipum. Tað er 400 metrar langt og vigar 220.000 tons.

150 ára gamla Suez-veitin, sum er í Egyptalandi, er 190 kilometrar long, 24 metrar djúp og umleið 205 metrar breið.

Veitin knýtur Miðjarahavið og Reyðahavið saman, og er skjótasta farleið sjóvegis millum Evropa og Asia.

Fleiri hundrað skip liggja og bíða uttanfyri veitina eftir at sleppa í gjøgnum, - onnur skip hava av broytt kós og eru farin longu leiðina suður um Afrika.

19.000 skip sigla gjøgnum Suezveitina um árið, - tað svarar til 10 prosent av allari skipaferðslu.

Bingjuskipið, Marchen Maersk, er eitt av teimum skipunum, sum nú tekur longu leiðina suður um Góðvónarhøvda í Suðurafrika.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010