- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Amerikanska heilivágsfyritøkan Johnson & Johnson hevur fyri løtu síðan fyribils steðgað allari veiting av koppingarevni til Evropa.
Fyritøkan er høvuðsveitari av koppsetingarevnum til danska ríkið, og er koppsetingargongdin sostatt kasta út í eina brádliga óvissu.
Pál Weihe, yvirlækni, og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, viðgjørdu nýggju støðuna í útvarpsstovuni.
Veiðugjøld
Lógaruppskotið um veiðigjøld varð í dag lagt fyri løgtingið.
Eftir eina miseydnaða samráðingarroynd við andstøðuflokkarnar, ið skuldi tryggja breiða semju og harvið eina varandi skipan, valdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at venda aftur til sítt egna útgangsstøði og senda upprunauppskotið til hoyringar:
Og hoyringsvarini vísa, at meiningarnar eru ymiskar um uppskotið.
Jørgen Niclasen var gestur í sendingini.
Gellingarklettur
Vindorkuætlanin á Gellingarkletti er vorðið miðpunkt í eini orkupolitiskum stríði millum SEV og umhvørvisstovuna.
Sjónarmiðini eru nógv um hvat rætti leisturin er, men hvat sigur serfrøðin á økinum.
Vit tosa við Paula Petersen, verkfrøðing og ph.d. í sterkstreymstøkni, og Helmu Maria Tróndheim, vinnu-ph.d.-lesandi, ið seinnu árini hevur granskað í hvussu Føroyar røkka málinum um 100 prosent varandi elorku í 2030.
Gestir: Hjalti Gunnarstein, Pál Weihe, Helma Maria Tróndheim, Pauli Petersen og Jørgen Niclasen.
Gjørt sendingina hava Jónbrian Hvidtfeldt, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana.
Redaktørur: Hallur av Rana
Teknikari: Rúni Eysturlíð