Góðan morgun Føroyar

Flokslærarauppgávan slítur góðar lærarar upp
20-04-2021
Dagliga kæra flokslærarar seg um, at arbeiðsbyrðan er vorðin ov tung

- Flokslæraraleikuturin má endurskoðast. Tað heldur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags. Í einari grein á lararafelag.fo skrivar hann:

- Alsamt fleiri lærarar ynskja at sleppa undan flokslæraraleiklutinum, tí hann vigar og fyllir ov nógv í mun til ágóðarnar. Til seinastu sáttmálasamráðingarnar ynsktu vit fleiri tímar til flokslærarar fyri hvønn næming í virksemisætlanini, men tað varð skúgvað til viks. Hetta økið er tó nakað, ið ein komandi nevnd átti at hugsavnað seg um og gera eitt gott undanarbeiði áðrenn samráðingarnar í 2022.

- Tað hoyrist nevniliga meira og meira í skúlum kring landið, at tað eru tey børnini, sum stríðast við atferð og atburði at kalla dagliga, men sum onkursvegna eru ov væl fyri at fara á eitt sertilboð, sum veruliga taka orku frá serliga flokslæraranum. Førleikastovur gera sítt, men framvegis eru hetta børn, sum flokslærarin hevur ábyrgdina av, og sum eisini krevur øgiliga nógv samskifti við næmingin, foreldrini, førleikastovuna og leiðsluna.

- Sum nú er ávirkar hetta arbeiðstrivnaðin almikið, hjá serliga flokslæraranum, og spurningurin er, um vit ikki ov seint bjóða hesum børnum og foreldrum eitt betri og hóskandi tilboð.

Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagið, og Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi, umrøddu evnið í morgunsendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024