- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóvinnustýrið dýrkar fýra milliónir
Bygningurin til Sjóvinnustýrið, sum skal byggjast á Giljanesi, fer at kosta 30,2 mió. krónur, sum eru nærum fýra milliónir meira enn tað, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í fyrsta umfari bað løgtingið um.
Tá ið tilboðini komu inn, hevði fyritøkan, West Tech, bíligasta tilboðið. Teir kundu gera bygningin fyri 22,9 milliónir krónur.
Nú hevur Landsverk hugt nærri eftir øllum tilboðunum og gjørt av at taka av næstbíligasta tilboðnum, sum er frá Búsetri, og ljóðar upp á 23,8 milliónir krónur.
Umframt játtanina til sjálvan bygningin, eru góðar seks milliónir settar av til projektering, fakeftirlit og aðrar útreiðslur.
Umbøn er farin í fíggjarnevndina at játta meiri pengar til verkætlanina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
(Mynd: Zeta arkitektar)
Sí eisini