Magn kært Orku um loyvi til Gellingarklett

10.05.2021 - 12:56
InnlendisSamfelag
Magn kært Orku um loyvi til Gellingarklett
- Vit halda okkum hava eitt betri tilboð enn tað, sum Vindrøkt hevði, sigur stórin í Magn
Magn hevur kært um vindmyllur á Gellingarkletti til Vinnukærunevndina

Magn heldur seg hava somikið góð kort á hondini, at felagið hevur gjørt av at kæra avgerðina hjá Orku, um at lata Vindrøkt loyvi til at seta vindmyllur upp á Gellingarkletti, oman fyri Hoyvík.

- Vit mæla til, at málið verður viðgjørt av nýggjum, tí vit halda okkum hava eitt betri tilboð enn tað, sum Vindrøkt hevði, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.

Kæran er send Vinnukærunevndini.

SEV hevur eisini kært málið til Vinnukærunevndina, men ikki um, hvør vann útboðið, tí SEV søkti ikki. SEV heldur ikki, at nóg gott samráð var millum SEV og Orku og Umhvørvisstovuna um útboðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Finn Jakobsen er stjóri í Magn

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652