Nón

Nón 18. mai 2021
18-05-2021
Koltur sum náttúrufriðøki. Kunning um koronuhjálp.

Hvussu høvdu Føroyar sæð út, um einki seyðabit var? Hvussu við djóralívi og plantulívi og gróðri annars - og hvussu við útsjónd yvirhøvur, um mannaskapta ávirkanin ikki var?

Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum - Føroya fyrsta náttúrureservat. Vit hitta Janus Hansen, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna av náttúrupartinum í Koltri. Kolbrún í Haraldsstovu hevur ábyrgdina av plantupartinum, og Jón Aldará hevur ábyrgdina av fuglateljingunum.

Í dag fer TAKS at vegleiða listafólk um koronustuðul. Vit hitta forkvinnuna í LISA, Maritu Dalsgaard, sum greiðir frá kunningartiltakinum í kvøld og støðuni hjá føroyskum listafólkum.

Og so eru 50 ár liðin, síðan Paul McCartney gav út solo-útgávuna RAM.

Hoyr alla sendingina her.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022