Eldurin ávirkar siglingina um Skopunarfjørð

03.06.2021 - 13:32
InnlendisSamfelag
Eldurin ávirkar siglingina um Skopunarfjørð
Ternan er á veg úr Skopun til Havnar, og Erla Kongsdóttir er á veg úr Havn til Skopunar
Erla Kongsdóttir ger ein túr úr Havn til Skopunar seinnapartin. Hon tekur bara ferðafólk

Eldurin í Sandoyartunlinum ávirkar siglingina hjá Strandferðsluni um Skopunarfjørð.

Tað ber ikki til at leggja at á Gomlurætt sum er, og politiið hevur heitt á fólk um ikki at fara á Gomlurætt.

Ternan er á veg úr Skopun til Havnar, og klokkan 13.20 fór Erla Kongsdóttir úr Havn til Skopunar. Hon fer úr Skopun til Havnar klokkan 14. Erla Kongsdóttir tekur bara ferðafólk.

Fyrrapartin bar Hasfjord við land í pollinum í Skopun, men líkt er ikki til, at skipið hevur fingið skaða.

Hoyr samrøðu við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819