Politiið heitir á fólk um ikki at fara á Gomlurætt

03.06.2021 - 13:16
Innlendis112
Politiið heitir á fólk um ikki at fara á Gomlurætt
12 fólk eru framvegis inni í Sandoyartunlinum. Tey eru í trygdarbingjum

Politiið heitir nú á fólk um ikki at fara á Gomlurætt, tí eldur er í einum lastbili ein kilometur inni í tunlinum streymoyarmegin.

Jón Klein Olsen, varapolitinspektørur, sigur, at eitt fólk er fingið úr tunlinum, og er flutt á Landssjúkrahúsið.

12 fólk eru eftir í tunlinum, og tey eru farin inn í trygdarbingjurnar. Radiosamband er við tey.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652