Havnarmaður ment fyritøku til 10 mia. kr.

05.06.2021 - 18:27
InnlendisTøkni
Havnarmaður ment fyritøku til 10 mia. kr.
Bretska vakstrarfyritøkan Depop, sum havnamaðurin Rúnar Reistrup bygdi upp, er seld til Etsy fyri 10 milliardir krónur.
Rúnar Reistrup, íverkseti
Mynd: Privat  

Tað ber til menna líknandi fyritøkur sum Depop í Føroyum, men tað krevur góð fólk, høgan váða og stóran offurvilja, sigur Rúnar Reistrup.

Frá 2013 til 2016 stóð Rúnar Reistrup, sum stjóri og íleggjari, á odda fyri at menna bretskt/italiensku vakstrarfyritøkuna Depop.

Etsy, sum eitt nú eigur Ebay, hevur nú keypt Depop fyri 1,6 millardir dollarar, sum eru smáar 10 millardir krónur. 

Hoyr Rúnar Reistrup í innslagnum undir myndini greiða frá um, hvat skal til, fyri at byggja eina fyritøku sum Depop upp? Um tað ber til at gera í Føroyum? Og hvat hann sjálvur hevur fingið burturúr, at fyritøkan, hann hevur bygt upp, er seld fyri 10 milliardir krónur.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851