Ákærin vónbrotin - Verjin hevði ikki væntað annað

07.07.2021 - 10:19
Innlendis112
Ákærin vónbrotin - Verjin hevði ikki væntað annað
Ákærin, Michael Boolsen, var vónbrotin av dóminum, meðan verjin, Karin Skou, ikki hevði væntað annað enn at ákærdi varð fríkendur. Frídømdi maður sleppur út um eina viku
Dómurin verður lisin upp í Føroya Rætti. Eitt samt nevningating frídømdi 26 ára gamla mannin
Mynd: Bjarki Thomsen  

26 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri dráp, er í morgun fríkendur í nevningartinginum.

Fleiri av áhoyrarunum brustu í grát, tá ið dómarin las, at maðurin var fríkendur.

>>LES DÓMIN HER

Ákæruvaldið ákærdi mannin fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen við á ógreiðan hátt at hava kastað ella skumpað hana á sjógv, fyri síðani at vera farin frá henni, so at hon druknaði.

Dómsviðgerð var í málinum fyrr í vikuni, og síðan tá hava nevningarnir tikið støðu í málinum.

Michael Boolsen var ákæri, og hann var vónbrotin. 

Karina Skou var verji, og hon var ikki bilsin av frídømingini. 

Maðurin hevur sitið í átta ár um eina viku, og verður tískil latin leysur um eina viku.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652