ES-avgjald fer at dýrka vørur í Føroyum

19.07.2021 - 14:01
InnlendisVinna
ES-avgjald fer at dýrka vørur í Føroyum
Nýggju ætlanirnar hjá ES, at leggja størri CO2 avgjald á eitt nú handilsskipini, kemur at hava við sær, at vørur í Føroyum dýrka

Nýggju krøvini frá ES gera tað uppaftur truplari at finna eina altjóða loysn og tí kemur hetta ikki at gagna eini loysn fyri CO2 útlátinum, tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaðurin í reiðarafelagnum fyri føroysk handilsskip.

ES hevur samtykt eina yvirskipaða veðurlagslóg, ið sigur at samlaða CO2 útlátið skal verða minkað við 55% í 2030.

At leggja avgjald á eitt nú handilsskip, er eitt av teimum ítøkiligu lógaruppskotunum, ið ES hevur í hyggju at fremja.

Men sambært formanninum í reiðarafelagnum fyri føroysk handilsskip, so hevði vinnan vónað eina aðra altjóða loysn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585