Búnaðarráðgevi: Seyðahaldið gevur ov lítið

13.09.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Búnaðarráðgevi: Seyðahaldið gevur ov lítið
Vit fletta bara í meðal 0,6 lomb fyri hvørja ær
Jens Ivan í Gerðinum er búnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni.

- Vit fáa alt ov lítið burtur úr seyðahaldinum í Føroyum. Meðan onnur lond fáa upp móti tveimum lombum fyri hvørja ær, so fletta vit í miðal bara 0,6 lomb fyri hvørja ær. Úrtøkan má gerast munandi betri, sigur Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni.

Í Heygshaga í Kollafirði, sum Búnaðarstovan hevur, hava tey minkað áseyðatalið, og geva seyðinum meira um veturin.

Jens Ivan í Gerðinum sigur, at nú fáa tey vanliga millum 1,3 til 1,5 lomb fyri hvørja ær. Hann veit eisini um einstakar hagar aðrastaðni í landinum, sum fáa eins góða úrtøku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Vit fáa ov lítið burtur úr seyðahaldinum, tí vit fletta bara 0,6 lomb fyri hvørja ær, sigur búnaðarráðgevin á Búnaðarstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652