Springaradrápið: Mistøk vórðu gjørd í samskiftinum

14.09.2021 - 13:32
InnlendisSamfelag
Springaradrápið: Mistøk vórðu gjørd í samskiftinum
Tað ert torført at hald skil á, hvat hendi, tá avrátt varð at halda springararnar til í Skálafirði sunnukvøldið.
Jens Jensen er sýslumaður fyri Norðoyggjar og Eysturoynna.

Mistøk vórðu gjørd í samskiftinum, sum endaði við, at fleiri enn 1400 springarar vórðu hildnir til í Skálafirði sunnukvøldið.

Tað er løgreglan, sum gevur grindaformonnunum boð, og síðani avgera sýslumaðurin og grindaformenninir, hvar grindin skal haldast til. 

Men grindaformennirnir fingu ikki boð sunnudagin. Tað gjørdu teir ikki, tí Finnbogi Midjord sýslumaður í miðstaðarøkinum av fyrstan tíð ikki vildi halda springarunum til. Løgreglan gjørdi tískil ikki meira við málið. 

Tá springarirnir kortini vórðu hildnir til, er tað tí grindaformenn úr Eysturoynni fóru norð eftir springarunum og fingu teir loyvi frá Jacob Vestergaard at reka teir inn á Skálafjørðin, sigur Finnbogi Midjord.

Jens Jensen, sum er sýslumaður fyri Norðoyggjar og Eysturoynna, sigur, at hann hevur ábyrgdina av, at mistøk vórðu gjørd í samskiftinum sum førdu til at hinir grindaformennirnir ikki fingu boð. Hann hugsaði ikki um at boða løgregluni frá, at springararnir kortini skuldu haldast til. Sostatt var vanliga fráboðanarskipanin ongantíð sett í verk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.  

Marius Jacobsen er grindaformaður. Hann heldur, at tað hevði verið høgligast at hildið springarunum til á Gøtuvík.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010