Góðan morgun Føroyar

Vit rudda Føroyar hesa vikuna
14-09-2021
Undir herrópinum 'Rudda - Viga - Skráset' heitir Rudda Føroyar á okkum um at rætta eina hond

Málið er at fáa 20 tons av ruski, sum annars hevði verið verandi úti í náttúruni, á ruskstøðirnar til burdurbeinan ella endurvinning, og tað burdi borið til, sigur Elin Lindenskov, ið er ein av teimum, ið fyrireikar Rudda Føroyar.

- Hevur tú hug til at fara út í náttúruna at rudda, so er tað frálíkt, men tær nýtist ikki at fara so langt fyri at gera mun. Til ber eisini at rudda á egnum matrikli ella í nærumhvørvinum, leggur hon afturat.

Á breddanum hesaferð eru millum annað, at fáa so nógvar sigarettstubbar burtur úr umhvørvinum, sum gjørligt, og at fáa fjøruna ruddaða, og til at hjálpa við hesum seinna eru útlendsku ferðafólkini røsk, tí tey fáa eina náttúruuppliving umframt at tey gera okkurt gott fyri tað stað, tey vitja.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024