Góðan morgun Føroyar

Veðurlagsbroytingar ávirka toskin á Bankanum
15-09-2021
156 toskar, tað var tað sum havránnsóknarskipið Jákup Sverri fekk á rannsóknarferðini á Føroya Banka

- Hetta er umleið helvtin av tí sum krevst, fyri at vit meta at toskurin er nøkulunda komin fyri seg aftur, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni.

Seinastu boðini hann hevði fingið, var, at tey høvdu fingið 130 toskar, men tá ið samanum kom, vóru teir 156 í talið.

- Tað er sera torført at greina, hví toskurin ikki kemur fyri seg aftur á Bankanum, tí tað eru so nógv parametur ið spæla inn, sigur Petur.

Føroya Banki hevur verið stongdur fyri allari vinnuligari veiðu síðani 2008, men tað hevur ikki bøtt upp á støðuna. Bankatoskurin er enn illani fyri.

- Vit vita, at gýtandi toskur tolur illa hita, sigur Petur, so tað kann verða eina orsøk til, at stovnurin hevur tað trupult á Bankanum. 

- Gýtandi toskur trívist best, har hitin er um 6-7 hitastig, men á Bankanum hevur hitin ligið um 7.5 - 8 hitastig í apríl, ið er árstíðin, tá ið toskur gýtur.

- Hetta kann hava neiliga ávirkan á toskastovnin á bankanum, sigur Petur. Men tað ber ikki til at gera eina niðurstøðu, at veðurlagsbroytingar aleina er orsøkin til vánaligu støðuna hjá bankatoskinum.

- Tað er meira komplekst enn bara tað og tað skal nógv meira gransking til, fyri at koma til eina greiða niðurstøðu, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur. 

Okrir batar eru tó at hóma, tí 156 toskar er munandi meira, enn tá talið hevur verið lægst. Tá fekk Magnus Heinason bara eini 30 bankatoskar.

- Vit fingu eisini nakað av smáfiski hesuferð, so tað kann verða ein ábending um, at har er ein tilgongd á veg av toski á bankanum, sigur Petur Steingrund.

Frágreiðing frá Havstovuni um túrin hjá Jákupi Sverra á Bankanum kann lesast HER

 

Lurta eftir allari samrøðuni við Petur Steingrund. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024