Góðan morgun Føroyar

Ov fáir menn eru lærarar
22-10-2019
Færri og færri menn eru lærarar, meðan kvinnurnar gerast fleiri og fleiri. Heldur hetta fram, verður ongin mannligur lærari eftir um nøkur ár

Í fólkaskúlanum eru - í hvussu er lutfalsliga - ov fá mannfólk. Og kvinnuligu lærararnir - tað eitur ikki lærarinna longur - gerast alsamt fleiri.

Heldur gongdin fram, so er so at siga eingin mannligur lærari eftir um nøkur ár.

- Ein skjót framrokning her, sum eg arbeiði dagliga, vísir, at heldur verandi gongd fram, verða vit tríggir menn eftir av 30 lærarum um fá ár, sigur Dagfinn Olsen, lærari í Vágs skúla, sum hugleiðir í klummu á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum um javnstøðu innan fyri skúlagáttina.

30 prosent eru menn

Nýggjastu tølini vísa, at umleið ein triðingur av lærarunum í føroyska fólkaskúlanum er menn, meðan 70 prosent eru kvinnur.

Dagfinn Olsen rør í klummu síni eisini upp undir tosið um kynskvoteringar, sum einamest snýr seg um at fáa fleiri kvinnur inn á ting til dømis.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024