Góðan morgun Føroyar

Nú letur Neystið í Skálavík aftur
22-10-2019
Í framtíðini noyðast fólk av bygdini at keypa gerandisvørur

Eftir góð 30 ár letur Neystið í Skálavík aftur.

Í Neystinum kundu fólk keypa gerandisvørur, góðgæti og grill, men nú gevst handilin, sum er einasti av sínum slagi í bygdini.

Elisabeth Myllhamar, ið er ímyndin av Neystinum, sigur, at nú hon er blivin 70 ár, er tíðin komin at gevast.

Hon hevur arbeitt í handlinum í góð 30 ár, og fyri tað mesta hevur hon sjálv staðið aftanfyri handisldiskin.

- Tað er ikki grundarlag fyri at løna øðrum starvsfólki, sigur hon.

Tað er ein trupulleiki hjá smærru handlunum, at teir ikki fáa vørurnar fyri sama kostnað, sum størru handlarnir.

Trupult er at fáa munagóðan vinning burtur úr, men tað, sum hevur gjørt, at tað hevur borið til í Neystinum, er, at tey hava selt grillmat, heldur Elisabeth Myllhamar.

Men soleiðis verður ikki í framtíðini.

Um einar tveir dagar er alt selt, og tá verður lykilin snaraður fyri seinastu ferð.

- Nú noyðist tú burtur í bygd, um tú skalt keypa.

Hetta er serliga synd fyri tey eldri fólkini, heldur Elisabeth Myllhamar.

Øll hava ikki bil, og tí plagdi eg at koyra vøruna út til teirra, vísir hon á.

Enn er eingin, ið sigur seg hava hug at taka yvir, men kemur onkur, so skulu tey fáa tað, sum tað stendur, sigur Elisabeth Myllhamar, ið viðgongur, at hon fer at sakna sosiala týdningin, sum handilin hevur havt.

Tey allar flestu eru kedd, nú Neystið letur aftur, leggur hon aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024