Tóri – eitt lív á eggini

Tóri – eitt lív á eggini
07-11-2019

Tóri fekk eina harða byrjan uppá lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. Hann kom tíðliga út í misbrúk og kriminalitet og misti tamarhaldið á lívinum.

Tóri fekk ongantíð ta hjálp, ið hann hevði brúk fyri. Sum 22 ára gamal tók hann lívið av sær í einum donskum fongsulskliva.

Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs. Filmað og klipt: Jónfinn Stenberg.

Tóri – eitt lív á eggini

Tóri var 22 ára gamal, tá hann tók lívið av sær sjálvum í einum fongsulskliva í Danmark. Hetta er søgan um ein drong, sum hevði eina alt ov harða byrjan upp á lívið.