Samd um samráðingarrættin

08.11.2019 - 14:10
InnlendisVinna
Samd um samráðingarrættin
Fakfelagið hjá flogternunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava funnið eina neyðsemju

Danska fakfelagið FPU, sum Arbeiðsgevarafelagið ikki vildi samráðast við, verður við til sáttmálasamráðingar hjá flogternunum kortini, men formelt er tað Súlan, ið samráðist, og FPU er við sum ráðgevi.

Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava longt sáttmálan til 15. november. Jens Andreas Vinther, advokatur hjá Súluni, fær ikki sagt nakað um, um samráðingarnar fara at bera á mál.

Gera tær ikki tað, so kann verða verkfall 22. november. Samráðingarnar verða tiknar upp aftur í næstu viku.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819