Keyp sjónvarpssendingar

Keyp sjónvarpssendingar

Prísir galdandi fyri keyp av tilfari til privat brúk
Prísir galdandi fyri tey, sum sjálvi hava verið partur í eini sending ella í einum broti (tað verið seg privatpersónar og/ella teirra næstu avvarandi, fyritøkur ella stovnar), umframt prísur fyri undirvísingarstovnar (fólkaskúli, framhaldsdeild, miðnámsskúlar) og lesandi:

• Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min.: 250 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min.: 450 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min.: 550 kr.

Fyri hvørjar 90 minuttir eyka – ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka – verða lagdar 250 kr. aftrat. Prísirnir eru við MVG.

Gev gætur: Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 34 og § 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, innanhysis, privat endamál.

Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur
Prísir galdandi fyri onnur, herundir stovnar og fyritøkur, sum IKKI sjálvi hava verið partur av eini sending ella einum broti, sum biðið verður um:

• Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min.: 500 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min.: 750 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min.: 900 kr

Gev gætur! Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar. Fyri hvørjar 90 minuttir eyka – ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka – verða lagdar 350 kr. aftrat. Prísirnir eru við MVG.

Gev gætur! Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, privat endamál.

Prísir fyri sjónvarpstilfar til handilsligt og annað alment brúk
Prísurin fyri brúk av savnstilfari til handilsligar framleiðslur, verður settur alt eftir, hvørjar treytir liggja til grund – herundir rættindi. Prísirnir eru eisini bundnir at, hvørjum miðlapallum, framleiðslan skal vísast, og í hvørjum landafrøðiligum økjum, tilfarið skal vísast.

Prísurin fyri brúk til almenna framførslu, til dømis á framsýningum, til brúk á internetinum, til goldið skeiðs-, undirvísingar- ella kunningarbrúk osfr., eru serligir prísir galdandi, sum kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum.

Setið tygum vinarliga í samband við sjónvarpssavnsvørð Jónu Dalsgarð við at senda teldupost til of.fvk@dj við fyrispurningum um prísir og treytir fyri sølu av sjónvarpssendingum og -brotum til annað brúk enn privat. Sum útgangsstøði er tó prísurin fyri eitthvørt sjónvarpsbrot upp til 60 sekund fyrstu ferð: 3.000 kr. Eftirfylgjandi ferðir: 500 kr. hvørja ferð.

Skal brotið brúkast til at vísa í biografum, til DVD-útgávur ella á heimasíðum, eru serligar reglur galdandi, sum til ber at fáa kunning um við at seta seg í samband við sjónvarpssavnið.

Prísirnir eru uttan MVG – og galdandi fyri sýningar í Føroyum og í øðrum Norðanlondum. Haraftrat kunnu koma tøkniligar útreiðslur fyri 300 kr. um tíman. Møgulig triðjamansrættindi skal keyparin sjálvur syrgja fyri at veita og avrokna við rætta viðkomandi.

Gev gætur: Ikki alt sjónvarpstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál. Víst verður til § 1og § 2 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki.

Tí kann eykakostnaður fyri gjald til rættindahavarar koma afturat. Rættindahavarar eru vanliga tey, sum hava gjørt og framleitt tilfarið, men kann eisini vera Kringvarp Føroya sjálvt, um kringvarpið við avtalu hevur yvirtikið rættindini.