Kringvarpsstýrið

Kringvarpsstýrið

Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarp Føroya virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemi á stovninum.

Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið. Frá 1. januar 2015 vórðu hesi vald:

Forkvinna: Elin Winther Poulsen, løgfrøðingur, Hoyvík
Næstforkvinna: Katrin Petersen, journalistur, Sandur
Limir: Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík
  Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík
  Theodor E.D. Olsen, sóknarprestur, Hoyvík
  Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar
  Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn