Minnist tú enn?

Tungljómur í kreppuárum
15-05-2019
Mold, M.C. Hár, Visible Fish, Enekk o.a., 1990-1995

Myrk skýggj hómast í havsbrúnni í skiftinum til 90-árini. Vit fara frá teimum ljósu og kátu 80-árunum inn í tey myrku og døpru 90-ini.

Samfelagskreppan, sum hevur verið í umbúna øll 80-ini, gerst veruleiki. Í 1992 kemur hol á svullin. Bankakreppan tekur tekur stóran part av vinnulívinum við sær í fallinum.

Nógv missa hús og arbeiði, og útivið 5000 føroyingar rýma av landinum. Fyrru 90-árini eru ringastu kreppuár í Føroyum í nýggjari tíð. Dapra gongdin ávirkar eisini tónleikin.

Ráðini at geva út tónleik versna. Í 1994 er talið á føroyskum fløguútgávum bara til helvtar av tí, sum tað var tvey ár frammanundan. Tað grør kortini á grasrøtursstigi. Nógvir ungdómar leita saman í tónleikabólkar.

Í Havn er eitt spírandi umhvørvi kring Djónastovu og Margarinfabrikkina. Her birtast bólkar í hópatali. Mesta ávirkanin kemur frá nýggju tónleikarásini MTV, sum sæst í Havn frá 1989.

Tónleikurin broytist. Hann verður harðari og myrkari - kanska sum ein endurspegling av samfelagskreppuni. Tungmálmur og grunge er tað, sum flest allir nýggju bólkarnir spæla.

Vit hoyra um havnarbólkarnar Mold og M.C. Hár, sum geva fløgur við egnum tónleiki út í 90-unum. Ein samtíðarbólkur er Visible Fish, sum er tann fyrsti av fleiri bólkum, ið sprettir á Gøtuleiðini.

Fyri seg í øllum meldrinum stendur annar eysturoyarbólkur við heilt serligum stíli og ljómi - Enekk. Hóast hetta eru ring ár í Føroyum er kortini líkt til, at mentanin stendur í blóma.

Stór og spennandi tøk verða tikin á leikpalli hesi árini. Í 1993 verða "Glataðu spælimenninir" framførdir í Norðurlandahúsinum - helst størsta einstaka pallverkætlan í Føroyum higartil.

Vit eru eisini við í upptøkuhølunum, tá ið fólkakæri trubadoururin, Kári P. eftir tøgn í fleiri ár kemur heim til Føroyar at gera upptøkurnar til útgávuna "Hinumegin Ringvegin".

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Minnist tú enn?

Sjónvarpsrøðin "Minnist tú enn?" fevnir um hálva øld í føroyskum tónleikalívi. Lagt verður fyri í 1956, tá ið undangongumenninir Simme Jacobsen og Birni Dam á veg til Føroyar við Tjaldrinum smíða skrokkin til sangin um "Rasmus". Tað er neistin, sum festir í. Brátt er tann rútmiski tónleikurin í Føroyum tendraður. Fyrstu pláturnar koma í 1957, sama ár, sum Útvarp Føroya fer at senda. Nýggi tónleikurin verður tí borin inn í hvørt heim í Føroyum og verður soleiðis fólkaogn. Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006.

Eivør, Teitur og hini
12-06-2019
Týr, Clickhaze, 200 og Brandur Enni, 2000 - 2003
29-05-2019
Moirae, Mark No Limits, Taxi og Lena, 1995-1999
22-05-2019
Mold, M.C. Hár, Visible Fish, Enekk o.a., 1990-1995
15-05-2019
Nalja, Dynamit, Blátt, Chase o.a., 1988-1992
08-05-2019
Frændur og hinir, 1985-1988
01-05-2019
Judy & Óli, Fróði & Deiggj, Devon, Símun úr Konoy o.a., 1983-1985
24-04-2019
Tónlist, Tinganest, Vestmenn o.a., 1980-1983
17-04-2019
Straight Ahead, Hjarnar, Kræklingar o.a., 1974-1979
10-04-2019
Rabbits, Harkaliðið og Debess & Petersen, 1968-1973
03-04-2019
Silly Boys, Thunderbirds, Cream Crackers og hinir, 1967-1970
20-03-2019
Faroe Boys bróta slóð, 1962-1967.
13-03-2019