Um Okkum

Röddin er skapt, verður rikin av, og er hjartabarnið hjá einum stórum netverki av ungum eldsálum. Felags fyri hesi er hugsjónin um, at eitt digitalt forum er alneyðugt fyri føroyskan ungdóm.


Röddin varð stovnað í novembur í 2010. Í 2013 skrivaði Røddin sáttmála við Kringvarp Føroya, og gjørdist Röddin tá ungdómspallur Kringvarpsins. Røddin hevur havt sína egnu ungdómssending á útvarpsskránni hjá Kringvarpinum í nógv ár, men á vári 2017 varð avgjørt at taka Røddina av útvarpsskránni. Ungdómurin hevur flutt seg, hann lurtar ikki eftir flowútvarpi, og tí skuldi okkara orka eiheldur leggjast í at framleiða til útvarpsskránna. Heldur skulu vit leggja orkuna í at framleiða tilfar til ung á netinum og teimum sosialu miðlunum. Tað er ymiskt, hvat fyri tilfar, tú finnur, tá flytir teg runt á pallunum hjá Røddini. Ikki alt liggur her á síðuni. Tí burdi tú tjekkað okkara Facebook- og Instagram-vanga út. Leinkjur eru til høgru. 

 

Mál okkara eru:

  • at veita dygdargott tilfar um tónleik, list, ítrótt, politikk, samfelag, móta og átrúnað
  • at skapa eitt interaktivt forum, har mann sleppur at siga sína hugsan, verða upplýstur og upplivdur
  • at samansjóða ungdómin og í høvuðsheitum fáa margfeldni, íblástur og vitan inn í gerandisdag teirra ungu


Hevur tú skrivað ella tikið myndir til eina søgu, hug at royna teg sum fast tíðindafólk, ummælara ella annað, ella bara hevur eitt gott hugskot til eina søgu, so set teg í samband við okkum á facebooksíðini hjá Røddini.