Fólkatalið farið upp um 49.000

Fólkatalið farið upp um 49.000
Seinastu 12 mánaðirnar eru fólkatalið vaksið við 539 fólkum
 
16.09.2015 - 09:17

Fólkatalið í Føroyum er nú komið upp um 49.000 túsund. Og tað er fyrstu ferð, skrivar Hagstovan.

Eftir nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni fyri 1. august í ár er fólkatalið 49.179 fólk. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august í fjør til 1. august í ár var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Tí eru vit 539 fólk fleiri.
 
Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49.000 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er avgerandi mánaðurin, tá ung í stórum tali fara av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi. 

Verður august mánaður í ár verður áleið sum í fjør, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49.000, eisini tá stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum, skrivar Hagstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819