Savnsgull: Ymisk lív

bannari
06.07.2016 - 18:55
Mentan
Savnsgull: Ymisk lív
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri
 
 

Tak niður

Petra Joensen er fødd og uppvaksin í Gásadali, og hon býr einsamøll í gomlu húsunum hjá foreldrunum. Hennara gerandisdagur minnir nógv um gerandisdagin soleiðis, sum hann var í Føroyum fyri nógvum árum síðani.

Kolovnurin stendur í køkinum enn, og kúgvin er í kjallaranum enn. Petru dámar ógvuliga væl friðin, sum er í Gásadali, og modernaða brúkarasamfelagið sigur henni púra einki.

Annu Kirstin Thomsen harafturímóti dámar best at vera har, sum nakað hendir. Hon býr á Tvøroyri, og her er hon kend í býarmyndini sum ein modernað og nýskapandi dama.

Saman við beiggja sínum, eigur hon Pubbina, sum tey hava gjørt í gomlu krambúðini hjá Thomsen, sum var langabbi Annu Kirstin. Pubbin er blivin eitt rættiligt "innstað" á Tvøroyri, men hetta við at stinga nøsina ov langt fram og royna nýggjar leiðir er ikki bara lætt.

Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen og Hans Petur Hansen.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. januar
Áðrenn Elvis - 180118
76705
Leygardag 20. januar
Áðrenn Elvis - 110118
76704
Leygardag 20. januar
Áðrenn Elvis - 040118
76703
Leygardag 20. januar
Nú er leygardagur (samandráttur) 200118
76699
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. januar
Lyst 2
76671
Hósdag 18. januar
Archibald Black, við føroyskum teksti
76646
Hósdag 18. januar
Archibald Black
76635
Mikudag 17. januar
25 minuttir: Vigdis Hjort
74880
Mánadag 15. januar
3-2
76515