Hvat er tað at morsa?
At morsa er at skriva. Ikki við bókstavum men við ljósi, ljóði ella við at nýta streym. Tá tú nýtir ljós, verða stutt og longri blunk nýtt, og tað tú hoyrir eru stutt og longri ljóð.

Tá tú nýtir morsestavraðið er hvør stavur samansettur av prikkum og strikum, og stavraðið er sett saman so, at mest vanligu tekinini eru stutt, meðan teir stavir, ið ikki verða so ofta nýttir, eru longri. Hetta tí at tað tekur nokkso langa tíð at skriva ein setning við morsestavraðnum.


Tað var amerikumaðurin Samuel Morse, sum fann uppá stavraðið miðskeiðis í 1800 talinum. Raðið skuldi nýtast til at telegrafera við. Hetta var áðrenn telefonin var uppfunnin, og við at morsa bar til at samskifta við tey, sum vóru langt burtur.


Ein telegrafur er eitt tól, sum við streymi kann senda ljóð langa leið við radiobylgjum. So ein telegrafistur kundi sita í Føroyum og trýsta stutt og langt á telegrafin, og tann sum lurtaði sat til dømis í Onglandi við oyramikrofonum á, og skrivaði teir prikkar og tær strikur, sum hann hoyrdi, á eitt pappír. Tá hann ikki hoyrdi meira, so setti hann seg at umseta prikkar og strikur til bókstavir, sum so vóru settir saman til orð og setningar. Snilt, ha?


Telegrafurin verður ikki nýttur so nógv longur, men var leingi nýttur umborð á skipum til dømis, tí skip høvdu ikki møguleika at ringja í land, áðrenn fartelefonir vóru uppfunnar. 
Í dag eru enn fleiri, ið nýta telegrafin til stuttleika, at samskifta við onnur – bæði tey, sum eru nær, og tey sum eru langt burtur. 


Fyri at onnur skula skilja tað, tú morsar, mást tú minnast til at hava pausu ímillum ymsu stavirnar, soleiðis at ikki alt rennur saman í ein langan streym av prikkum og strikum, tí so kann tað ikki lesast.

Hvørja viku meðan Morsa verður send, leggja vit nýggjar morsiuppgávur út, sum tú kanst royna. Stavraðið finnur tú á forsíðuni.