Credo

Credo: Søgan um Viktor Frankl (2:2)
29-01-2017
Seinna útvarpssending um neurologin og sálarlæknan Viktor Frankl

27. januar er altjóða Holocaustdagur. Sagt verður, at minnast vit ikki til ræðuleikarnar undir seinna heimsbardaga, so drepa vit jødarnar enn eina ferð.

Viktor Frankl var neurologur og sálarlækni. Hann og familjan vórðu koyrd í týningarlegu, men bara hann hóraði undan.

Hann er maðurin aftanfyri logoterapiina, sum sigur, at til ber at finna eina meining við øllum og tað gevur áræði at liva. Meiningin við hansara lívi var, at hjálpa øðrum at finna meining við teirra lívi.

Og, sigur Frankl, tá menniskjan rópar hví og ikki veit sær veg úr pínu og ræðuleika, tá er tað Guð, sum menniskjan rópar eftir. Tá alt er mist, tá tú hevur mist heim, familju og heilsu og bara er reduseraður til eitt tal, eitt onki, tá leitar menniskjan eftir tí ótilvitaða Guð.

Alt lívið snýr seg um at taka við ábyrgd, tað krevur lívið av tær. Og tað týdningarmesta í lívinum er kærleikin, sigur Viktor Frankl.

Eftir krígslok skrivaði hann nógvar bøkur og kom runt til mong universitet og helt fyrilestrar og varð hann heiðursdoktari fleiri ferðir.

Hann fekk avgerandi týdning fyri sálarfrøðina. Róland í Skorini, studentaskúlalærari, sigur frá í hesum báðum Credo-sendingum.

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Okkum leingist aftur til hetta fjarskotna landið.
10-03-2024
Lívið hevur givið Ann Randi nógvar avbjóðingar.
25-02-2024
"Eg fari, har eg verið send".
18-02-2024
"Øll bygdin var í sorg".
11-02-2024
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Hvussu lesa og skilja vit ein tekst ?
19-11-2023
"Tað snýr seg um at vera tilvitaður"
12-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023
Ongin tosaði um sorgarleikin.
08-10-2023